Två nordjobbare

Nordjobb er ikki bara eitt arbeiði, tað er eisini upplivingar. Ein týdningarmikil partur av hugsjónin hjá Nordjobb er at bjóða frítíðarvirksemi fyri luttakararnar í summarhálvuni.

Mentanar- og frítíðarvirksemið hevur fleiri endamál. Tað gevur teimum ungu møguleikan at knýta vinabond og kontaktir, eisini møguleikan at læra vertslandið betur at kenna. Afturat at skipa fyri sosialum tiltøkum og útferðum, so arbeiða vit samstundis við ymiskum evnum. Tað kann vera norðurlendsk málfatan, lokalar og tjóðarligar siðvenjur, søga og samanhald, ella útbúgving og norðulendski arbeiðsmarknaðurin.


midsommar

Lokalar siðvenjur

Í Svøríki hátíðarhalda tey "Midsommar", í Danmark og Noreg "Sankt Hans", og í Finnlandi eitur tað "Juhannus". Við Nordjobb kemur tú at uppliva siðvenjurnar í júst tí landi tú kemur at starvast.

utflykt

Útferðir

Um tað fjallaklintran í Noregi, sigling á teimum mongu álendsku vøtnunum ella ríðitúrur í Íslandi, so kunna útferðinar við Nordjobb koma at vera tað størsta minnið frá tínum summarævintýri.

kurs

Málskeið

Eitt vanligt tiltak í mentanar- og frítíðarvirkseminum er frálæra í norðurlendskari málfatan. Í Nordjobb leggja vit stóran dent á tey skandinavisku málini, tvs. danskt, svenskt og norskt.

fritidsbild

Egin hugskot

Kanska hevur tú egin hugskot til virksemi yvir summarið. Sum Nordjobbari hevur tú møguleikan at ávirka innihaldið í virkseminum. Tosa um møguleikarnar við tín verkætlanarleiðara.