naturbild island

Nordjobb útvegar starv, bústað og skipar fyr mentanartiltøkum fyri ung í Norðurlondum. Hugsjónin lýsir langtíðarmálini við arbeiði okkara umframt yvirksipaðu málini hjá Nordjobb sum virki.

At styrkja felags arbeiðsmarknaðin og sambandið Norðurlanda millum

Tørvurin at flyta millum lond kann eitt nú koma gjøgnum arbeiði, lestnað, skeið og líknandi.

Nordjobb virkar fyri einum felags norrønum arbeiðsmarknaði, har ung ella aðrir aktørar kunnu flyta seg tvørturum landamørk, og tað skapar bjartskygni fyri samstarvinum millum Norðurlond.

At vera við til at økja um norrønan málkunnleika og samanhald

Nordjobb miðjar eftir at nýta skandinaviska málið mest møguligt í norrønu høpi.

At fremja eitt fríari samband

Tað skal ikki vera verri fyri norrønu ríkisborgarar at búgva, arbeiða ella lesa aðrastaðni í Norðurlondum, enn tað er har tey búgva.