Två nordjobbare

Fær ein bjóðað starv, fær ein eisini hjálp til bústað. Hvørt ár umsita vit fleiri hundrað bústaðir til ung ímillum 18 og 30 ár.

Vit søkja íbúðir, ella kømur við atgongd til vesi, brús og køk. Nærhendis bussleið ella øðrum er av stórum týdningi. Serliga í stórbýum. Vit vilja bjóða luttakarum okkara góðan bústað til rímiligan kostnað. Løn teirra røkkur ikki til at gjalda høga leigu. Nógvir av bústøðum okkara eru tí studentaíbúðir. Aðrir møguleikar eru at fleiri luttakarar deila íbúðir ella hús. Íbúðir skula vera møbleraðar við tí mest grunnleggjandi íbúgvi. Køksamboð skulu finnast í íbúðini, og somuleiðis madrassa og koddi.

Til skrásetan ella spurningar um útleigan av tínum bústaði, set teg  í samband við Nordjobb í tínum landi.

Tú kanst eisini skráseta teg sum útleigari í gjøgnum okkara internetskráseting. Aftaná at hava útfyllt skrásetingarskjalið, set teg í samband við Nordjobb antin ígjøgnum telefon ella teldupost, og fá upplýsingar um hvussu tú kanst leiga út í tínum umráði.

Leigumál og avtalur

Luttakarnarnir arbeiða í summarhálvuni, 1 - 4 mánaðir, í tíðarskeiðinum mai til septembur. Sum oftast verður ein leigusáttmáli gjørdur beinleiðis í millum leigara og útleigara, men í summum førum ber til gera sáttmála við Nordjobb. Hetta er galdandi tá talan er um fleiri rúm ella íbúðir. Í summarhálvuni finnast okkara verkætlanarleiðarir og hjálparir á staðnum. Hesi hjálpa til við at gjalda leigu, lata lyklar og vísa vegin til bústaðin. Hesi er eisini til taks at svara spurningum alla summarhálvuna.

Leiga út bústað

Invalid Input
Invalid Input

Dette websted anvender cookies. Hvis du fortsætter på vores hjemmeside, har du accepteret brugen af cookies.