At ferðast ímillum grannalond okkara er ein long siðvenja. Ígjøgnum Nordjobb, fáa øll møguleika at læra meir um Norðurlond.

Motiverað starvsmegi

Nordjobbarir koma ikki bara til at tjena pening. Tey eru motiverað og áhugað í einum norðurlendskum landi, øðrum enn sínum egna. At nøkulunda kunna tosa eitt av teimum skandinavisku málunum danskt, svenskt ella norskt, er eitt krav frá okkara síðu. Av royndum vita vit at norðurlendsk starvsfólk eru eitt frískt pust á arbeiðsplássinum.

Nógvir ymiskir starvførleikar

Nordjobb hevur hvørt ár ein umfatandi databasu við umleið 10.000 umsóknum við ólíka arbeiðsførleikum royndum. Nógv av teimum søkjandi eru undir útbúgving, og hava tí serligar førleikar á serøkjum. Tað ert tú sum arbeiðsgevari, ið velur starvsfólk. Útfrá tínum ynskji, setur Nordjobb teg í samband við umsøkjarar, ið hóska til júst tín tørv.

Les um aðrar arbeiðsgevarars royndir við Nordjobb undir frásøgnir.