Sært tú teg sjálvan arbeiða á einum garði í Íslandi, einum hotelli í Noregi, ella natúrpark í Finnlandi? Við Nordjobb kanst tú søkja summarstarv, veturstarv ella onnur árstíðarbundin størv í øllum Norðulondum.
Nordjobb er bæði ein virðismikil arbeiðsroynd og ein møguleiki at uppliva eitt av grannalondum okkara. Í tínum Nordjobbsummari kemur tú at uppliva, hvussu tað er at búgva í einum øðrum norðulendskum landi, samstundis sum tú kemur at kenna aðrar Nordjobbarar, og fáa nýggjar vinir frá øllum norðulondum.
Endamál Nordjobb
Nordjobb er en verkætlan, sum verður umsitið av Norrønu Felagnum, og arbeiðir fyri at økja mobilitetin á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum, og økja vitan um mál og mentan í norðulondum. Vit hava síðani 1985 givið umleið 30.000 ungum ímillum 18 og 30 ár møguleikan at uppliva eitt annað norðurlendskt land. Við at taka lut í verkætlanini, stuðla bæði nordjobbarar og arbeiðsgevarar mobilitetinum yvir norðulendsku mørkini.






























