Eitt av endamálunum hjá Nordjobb er at økja um áhugan hjá luttakarunum fyri Norðurlondum og norðurlendska samstarvinum.
Gjøgnum starvið kemur tú at kenna eitt nýtt land, og gjøgnum mentanar- og frítíðartiltøk knýtir tú bond við onnur ung hinum Norðurlondunum. Fyri nógv er Nordjobb eitt av fyrstu stigunum inn í arbeiðið fyri einum tættari norrønum samstarvi. Tá tú ert liðugur við at arbeiða eitt summar, finnast fleiri mátar, ið geva tær møguleika at halda samband við Norðurlond:
Norrøna Felagið
Norrøna Felagið í Føroyum varð stovnað við tí endamáli at styðja og økja um norðurlendskt samstarv saman við norrønu feløgunum í hinum Norðurlondunum. Til at røkka hesum máli stendur Norrøna Felagið fyri ymsum tiltøkum, sum hava ein norðurlendskan felagsnevnara. Skipað verður til dømis fyri ferðum í Føroyum og uttan fyri Føroyar, fyrilestrum, framsýningum og øðrum.
Norrøn feløg eru í øllum Norðurlondum. Endamálið hjá teimum øllum er at virka fyri størri norðurlendskum samstarvi um vinnulív, mentan, útbúgving, umhvørvi og miðlar.
Hesum endamálum miðar Norrøna Felagið í Føroyum eftir at røkka við at skipa fyri tiltøkum, sum hava norðurlendskan dám, og kunna um viðurskifti viðvíkjandi støðu Føroya í norðurlendskum samstarvi.
Nordjobbambassadørar
Við játtaðum miðlum frá Nordisk Kulturkontakt og stuðulsskránni Norden 0–30 hevur Nordjobb saman við Föreningarna Norden í Svøríki, Noregi og Danmark gleðina at kunna leggja fram verkætlanina Nordjobbambassadørar!
Verkætlanin hevur til endamáls at breiða út vitan og íblástur um arbeiði og mentanarupplivingar í Norðurlondum, millum ung norðurlendingar. Fyrrverandi nordjobbarar gerast ambassadørar, sum halda skapandi kunningaruppgávur í Norðurlondum. Uppgávurnar hava til endamáls at kveikja og minka um forðingar fyri at arbeiða, uppliva mentan og mál í Norðurlondum.