
At søkja starv

- Tekna teg til fleiri ymisk lond og størv.
- Vís á, at tú kanst arbeiða í minst tveir mánaðir.
- Send umsóknina skjótast gjørligt.
- Legg teg eftir, at umsóknin er fullfíggjað.
- Leita eftir leysum størvum á okkara heimasíðu.
Um eitt arbeiðspláss ynskir at seta júst teg í starv, tá setur verkætlanarleiðarin hjá Nordjobb seg í samband við teg (gjøgnum post, teldupost ella telefon) og bjóðar tær starvið. Í summum førum tekur arbeiðsgevarin ta fyrstu umsóknina. Tekur tú ikki av tilboðnum um starvið frá Nordjobb, stendur einki annað starv tær í boði. Tú kanst verða bjóðað eitt Nordjobb longu í februar, men vanliga fær ein at vita í apríl-mai.
Bólkar
Vilt tú fáa meira at vita um eitt ávíst land? Síggj Norðurlandalistin fyri kunning um hvat vit kunnu bjóða í teimum ymisku londunum, og fá vegleiðing í praktiskum spurningum.