Visti tú, at tú sum fyrrverandi nordjobbari hevur møguleika at gerast Nordjobbambassadørur?
Sum nordjobbambassadørur fært tú møguleika at hitta ung úr øllum Norðurlondum, sum eins og tú hava nordjobbað. Tú fært møguleika at leggja teg út í norðurlendskt samstarv og at kveikja onnur ung at uppliva Norðurlond. Harumframt fært tú, gjøgnum ambassadørskapin, møguleika at menna tíni samskiftisførleikar og framløguteknikk, og soleiðis fyrireika teg til arbeiðslívið. Um tú ynskir at styrkja títt norðurlendska netverk, læra meira um Norðurlond samstundis sum tú styrkir títt CV, so skalt tú gerast Nordjobbambassadørur!
Bakgrund & endamál við verkætlanini
Norðurlendska Ráðharraráðsins visión um, at Norðurlond skulu vera heimsins mest burðardyggu og samantvinnaðu región í 2030, setur dagsskránna fyri raðfestingar Norðurlanda. Flytføri, samstarv og samstarv um landamørk eru tískil avgerandi partar fyri at røkka visiónini. Við hesum sum bakgrund er Nordjobbambassadørverkætlanin sett á stovn.
Verkætlanin hevur til endamáls at geva ungum møguleika at skapa skapandi kunningarskráir, sum kveikja onnur ung um møguleikarnar við arbeiði og mentanarligum og málsligum skifti í Norðurlondum. 86% av fyrrverandi nordjobbarum upplýsa, at Nordjobb hevur gjørt, at tey kunnu ímynda sær at arbeiða ella búgva í einum øðrum norðurlendskum landi. Hetta vóna vit, at ambassadørarnir kunnu kveikja enn fleiri til at vilja gera. Verkætlanin ynskir á hendan hátt eisini at taka støðu til ta høgu ungdómsarbeiðsloysið í Norðurlondum og at stuðla einum meira sosialum, samantvinnaðum og búskaparliga burðardyggum Norðurlondum.
Hvat merkir at vera Nordjobbambassadørur?
Ambassadørarnir verða væntaðir, í næstan eitt ár, at fremja 10 vitjanir hvør á stovnum sum miðnámsútbúgvingar, hægri útbúgvingarstovnar, feløg og líknandi. Hugskotið er, at ambassadørarnir virkið taka ung við í sínar kunningaruppgávur og á tann hátt økja áhugan hjá ungum fyri Norðurlondum og fyri at nordjobba. Til at fyrireika ambassadørarnar til teirra kunningaruppgávur verða tvær førleikahækkanandi verkstovur skipaðar við serfrøðingum innan samskifti og luttøku. Fyrsta verkstovan fer fram um heystið við denti á frásøgn (storytelling), framløguteknikk og samskifti. Her fáa ambassadørarnir møguleika, við leiðbeining, sjálvir at skapa kunningartilfar grundað á teirra serligu royndir og upplivingar. Hin verkstovan verður hildin eftir umleið hálvari uppgávutíð. Tá er dentur lagdur á meting av kunningaruppgávunum og menning av strategi. Ambassadørskapurin hevur endaliga til endamáls at styrkja persónliga og fakliga netverkið hjá ambassadørunum.
Í Nordjobbambassadørverkætlanini er við:
- Eitt uppdrag yvir næstan eitt ár, sum fevnir um minst 10 kunningaruppgávur. Uppgávurnar kunnu vera framløgur á skúlum ella í feløgum, luttøka á messum, skipan av íblástrarkvøldum og líknandi.
- Tvær ókeypis og førleikamenningarverkstovur á enn óavgerdum støðum í Norðurlondum, har ferð, kostur & gisting eru goldin.
- Eftir hvørja liðna kunningaruppgávu fært tú eitt honorar (sí árligu umsóknarsíðuna fyri upphædd) − tú kanst í mesta lagi fáa honorar fyri 10 uppgávur, og tað verður útgoldið sum ein samlað upphædd at enda.
- Eitt prógv frá Föreningarna Nordens Förbund fyri tína luttøku og ein referansu til framtíðar arbeiðssøking.
- Ókeypis regionalar ferðir í sambandi við kunningaruppgávur.
- Mangar nýggjar royndir at hava gagn av í tínum framtíðar arbeiðslívi og eitt breitt netverk av øðrum ungum úr øllum Norðurlondum.
Fyri at luttaka í skránni krevst, at tú fyrr hevur verið ella framvegis ert nordjobbari og kanst luttaka í verkstovunum.
