Ber einans til at leiga út um summarið?

Nei. Vit hava størst tørv á bústøðum um summarið, tá ið tey flestu av okkara størv eru summarstørv. Í Føroyum hava vit tó brúk fyri bústaðir alt árið.

Tryggjar Nordjobb depositum?

Nordjobb útvegar bert bústað til nordjobbarar. Sáttmálin verður skrivaður millum tann, ið leigar og tann, ið leigar út. Nordjobb tryggjar ikki depositum.

Hvussu veit eg um tað finnast nordjobbarar í mínum øki?

Tú kanst leita eftir tínum heimlandi í Norðurlandalistinum og kanna hvørjar býir vit vanliga hava nordjobbarar í starvi. Set teg í samband við verkætlanarleiðaran í tínum heimlandi fyri nærri kunning.

Eg vil helst leiga út til eina gentu, sum ikki roykir. Er tað í lagi?

Nordjobb útvegar arbeiði bæði til ungar dreingir og gentur millum 18 og 30 ár. Um tú hevur serlig ynskir, kanst tú skriva hetta í bústaðarskrásetingina, ella upplýsa verkætlanarleiðaran í landinum, tú leigar út í.

Eg vil hækka depositum, er tað í lagi?

Tú ásetur sjálvur leigukostnað og treytirnar fyri depositum.

Kann eg rokna við, at mín bústaður verður leigaður út?

Tað er ikki sikkurt, at vit hava nordjobbarar í tínum øki, og tí kunnu vit ikki tryggja, at bústaðurin verður leigaður út. Tað er altíð eitt gott hugskot at seta teg í samband við Nordjobb beinleiðis fyri at kanna um tínar møguleikar.

Er tað eyka kostnaðarmikið at leiga út til nordjobbarar?

Nei! Tað eru vanligar leigutreytir.

Skal bústaðurin eg leigi út verða møbleraður?

At leiga møbleraðar bústaðir út er ikki eitt krav, men mælt verður til, at køksútgerð, madrassa og koddi eru í íbúðini.

Hvønn leigi eg út til?

Tú leigar út til tann, sum býr í íbúðini. Í summum førum skrivar tú sáttmála við Nordjobb.