Skal eg duga íslanskt í Íslandi, finskt í Finlandi ella grønlenskt í Grønlandi?

Nei! Tú klárar teg við donskum, norskum ella svenskum, og eisini við enskum, tó ynskja vit at nýta norrønu tungumálini.

Hvør rindar fyri ferðina til og úr landinum, har eg skal arbeiða?

Tað gert tú sjálvur. Tí er umráðandi, at tú bókar ferðina í góðari tíð, so at tú fært besta prísin.

Vinnur ein nógvan pening?

Lønin verður avtalað og skal svara til útreiðslur til húsleigu, mat, ferðakostnað og lummapening. Vit gera okkara besta fyri at finna bíligar íbúðir.

Hvussu fái eg meira at vita um eitt ávíst land?

Síggj Norðurlandalistin fyri kunning um hvat vit kunnu bjóða í teimum ymisku londunum, og fá vegleiðing í praktiskum spurningum.

Dette websted anvender cookies. Hvis du fortsætter på vores hjemmeside, har du accepteret brugen af cookies.