Hvat er ein almenn umsókn?

Um tú gert eina almenna umsókn, so verður tín vangamynd tøk fyri størv, ið hóska til tíni ynski. Vit spyrja altíð áðrenn vit senda tína umsókn víðari til arbeiðsgevarin.

Kann eg søkja fleiri størv samstundis?

Ja, tað ber væl til.

Á hvørjum tungumáli skal eg skriva mína umsókn?

Tú kanst fylla umsóknina út á norskum, svenskum ella donskum. Tær nýtist ikki at kunna skriva á móðurmálinum í landinum, vit bjóða tær arbeiði í.

Kostar tað at søkja gjøgnum Nordjobb?

Nei, tað er ókeypis.

Kann eg søkja Nordjobb sjálvt um eg havi fylt 31 ár?

Tú kanst bert søkja starv fram til árið, tú fyllir 30. Tað vil siga, at tað ber ikki til at søkja um starv í tí árinum, tú fyllir 30.

Nær og hvussu fái eg boð um hvørs eg havi fingið eitt Nordjobb?

Um eitt arbeiðspláss ynskir at seta júst teg í starv, tá setur verkætlanarleiðarin hjá Nordjobb seg í samband við teg (gjøgnum post, teldupost ella telefon) og bjóðar tær starvið. Í summum førum tekur arbeiðsgevarin ta fyrstu umsóknina. Tekur tú ikki av tilboðnum um starvið frá Nordjobb, stendur einki annað starv tær í boði. Tú kanst verða bjóðað eitt Nordjobb longu í februar, men vanliga fær ein at vita í apríl-mai.

Kann eg, hóast eg ikki búgvi í einum norðurlandi, søkja nordjobb?

Um tú ert norrønur ríkisborgari ella borgari í ES og ert millum 18 og 30 ára gamal, kanst tú søkja Nordjobb. Ert tú ES borgari, men ikki ert úr Norðurlondum, mást møguliga hava arbeiðsloyvi. Kanna um tær nýtist arbeiðsloyvi, áðrenn tú tekur av tilboðnum um starv.

Kunnu tit tryggja, at eg og vinur mín sleppa at arbeiða og búgva á sama staði?

Vit gera okkar besta at eftirlíka tílíkum ynskum, men tað kunnu vit ikki tryggja. Tað er arbeiðsgevarin, sum avger hvønn hann vil seta í starv, og tí kann henda, at bara ein av tykkum fær arbeiði ella, at tit enda á tveimum ymiskum arbeiðsplássum.

Kann eg søkja Nordjobb hóast eg eri undir 18?

Tú kanst søkja Nodjobb tað árið tú fyllir 18. Tú kanst vera 17 ár, tá tú sendir umsóknina, men vanliga skalt tú vera fyltur 18 ár, áðrenn starvssetanin byrjar.